Savnsfaldarin dagførdur og endurprentaður

Síðst í 2021 útgav Visit Suðuroy ein faldara yvir øll søvnini. Hesin faldari varð sera væl móttikin og prentaða uppslagið bleiv uppi í fjørsummar.

Nú er savnsfaldarin endurprentaður og í samband við endurprentingina, so bleiv faldarin dagførdur. Í faldaranum ber til at lesað um mongu søvnini, sum eru í oynni – í nærum hvørjari bygd. Søvnini eru sera fjølbroytt og lýsa serstakar søgur – alt frá fuglum í Sumbad til bóndalívið í Sandvík.

Faldarin gevur íblástur til, hvat er at uppliva á ymisku søvnunum. Flestu søvnini eru opin eftir avtalu, og hetta ber til at fáa í lag við at venda sær til Visit Suðuroyi.

Faldarin er ókeypis, og er at fáa í Miðlatún í Vági og á kunningarstovuni á Tvøroyri.

Faldarin kann eisini lesast her.

Facebook viðmerkingar