RÓÐRARLEGENDA VITJAÐI BORGARSTJÓRAN

Borgarstjórin á Tvøroyri hevði forkunnuga vitjan í dag. Heimskendi, danski, fyrrverandi eliturógvarin, Eskild Ebbesen og rithøvundurin og lívsstílsserfrøðingurin, Henrik Duer, vóru á vitjan. Eskild hevur verið í oynni áður og hildið fyrilestur, men hevur ikki heilsað upp á borgarstjóran áður.

(Mynd, frá vinstru: Eskild Ebbesen, Henrik Duer og Kristin Michelsen)

Tað er trivnaðarbólkurin hjá FSR, ið hevur fingið vitjanina av Ebbesen og Duer í lag og Tvøroyar kommuna er ein av stuðlunum í hesum sambandi. Linn Augustinussen, formaður í FSR og Barbara Tausen og Kim Roest, úr trivnaðarbólkinum, vóru eisini við í dag.

Fyrilestur i SALT

Ebbesen og Duer hava saman givið út bókina “Sunde vaner med success – så let kan du slippe” og fara teir á pallin í SALT tórskvøldið 25. januar kl. 20:00 at hava fyrilestur um evni so sum tað at venja við stórari ávirkan, at eta sunt upp á tann lætta mátan og at tapa seg uttan forboð.

Tað er ikki hissini avrik, ið Eskild Ebbesen hevur verið partur av og virðislønirnar eru óteljandi. Eskild var partur av heimskenda “Guldfireren”, ið nærmast var einaráðadi í 90-unum og í byrjanini av 00-unum.

Fyrsta HM-gullmedaljan kom í hús í Indianapolis í USA, í 1994 og fyrsta OL-gullmedaljan kom í Atlanta í 1996. Annars hevur hann verið við til at vinna 6 ferðir HM gull, 3 ferðir OL gull og annars fleiri silvur og bronsu.
Saman við “Guldfireren” gjørdist hann ársins ítróttarnavn í Danmark í 1998 og 2004 og er hann eisini upptikin í danska “Hall of fame” í ítrótti. Í 2013 fekk hann hægstu altjóða viðurkenning ein rógvari kann fáa, tá hann fekk Thomas Keller medaljuna.

Eskild er kendur fyrilestrahaldari, er cand. scient. Í ítróttarfysiologi og hevur givið tvær bøkur út, framman undan hesi seinastu, ið hann hevur givið út saman við Duer.

Henrik Duer er, eins og Eskild, kandidatur í ítróttarfysiologi. Henrik er m.a. kendur úr sjónvarpinum, har hann var sonevndur coach í trimum árgangum av sjónvarpsrøðini “Ekstremt fed” á TV3. Hann hevur útgivið fleiri bøkur um tað at tapa seg, millum aðrar stórseljandi bókina “Kuren til varigt vægttab”. Hann hevur arbeitt saman við øllum frá elitu-ítróttarfólkum til fólk, ið hava stórar trupulleikar við vektini. Seinastu árini hevur hann mest arbeitt við at hjálpa fólkum at fáa sunnari lívsvanar og tað at tapa seg.

Borgarstjórin hevur sjálvur róð við FSR sum yngri og tók sær í mong ár av venjingini hjá Firvaldi gentum og seinni kvinnum og tað vóru ikki smávegis av medaljum og FM-heitum, ið har komu í hús.
Felags áhugin fyri rógvingini var týðiligur undir hugnaligu vitjanini og Tvøroyrar kommuna takkar Eskild og Henrik fyri vitjanina og ynskir teimum bestu eydnu í SALT og á víðari yrkisleið teirra.

Barbara Tausen, Kim Roest, Linn Augustinussen, Eskild Ebbesen, Henrik Duer og Kristin Michelsen

Facebook viðmerkingar