Kom við tann 25. januar 2024, tá Henrik Duer og Eskild Ebbesen fara at halda ein fyrilestur um “Sunde vaner med succes”. Henrik og Eskild eru tveir sera væl umtóktir fyrilestrahaldarar í Danmark í løtuni. So tað ræður um at gera skjótt av og at koma við!
Hvør er Henrik Duer? :
Henrik Duer er búsitandi í Danmark og er úbúgvin cand.scient innan ítróttarfysiologi við einum mannlívvirkisfrøði yvirbygningi og evnafrøði á Københavns Universitet. Henrik er mest kendur sum vertur og coach í kendu TV3 sendingini “Ekstremt fed – et år til at redde livet” og “Stor mand” frá TV2. Harumframt hevur hann arbeitt við vekttapi og lívsstílsbroytingum í yvir 20 ár við øllum frá BMI 25 til BMI 97.
Hann er ein av stovnarunum av appini “Foodsandfeeling” og hevur skrivað 5 bøkur um lívsstílsbroytingar.
Hvør er so Eskild Ebbesen? :
Eskild Ebbesen er búsitandi í Danmark, og er eisini útbúgvin cand.scient innan ítróttarfysiologi. Síðan 2001 hevur hann arbeitt við heilsukanningum og motivering av starvsfólkum umvegis heilsufremjandi tiltøk á arbeiðsplássum. Eskild er ein av rógvarunum umborð á danska vinnarabátinum Guldfireren. Umborð á Guldfireren hevur Eskild vunnið OL gull í 1996, 2004 og 2008, umframt VM gull í 1994,1997,1998,1999,2002 og 2003. Hann hevur eisini vunnið 19 world cup gull heiðursmerki og eigur heimsmet, sum mest vinnandi OL lættvektsrógvarin nakrantíð.
Fyrilesturin handlar í stuttum um :
– Hvussu virka vit í einum strævnum gerandisdegi?
Hvønn dag taka nógv eina avgerð um, at vit vilja liva sunnari. Sjálvt um øll kenna grundleggjandi uppskriftina um eitt heilsufremjandi lív, so eru alt ov nógvir snávingarsteinar í lívinum, sum gera tað sera trupult at broyta gerandisvanar.
– Um at gera smáar, einfaldar – men úrslitagóðar broytingar við útgangsstøði í einum vanligum gerandisdegi.
Áhoyrarin fær eina lætta ætlan og amboð, sum við vissu geva úrslit. Tað er ein løgd ætlan, sum er grundað á, at man kann fylgja henni hvønn dag.
– Fáið tey mentalu amboðini, einfaldu venjingarætlaninar og kostráðini, sum gera sunnar dreymar til veruleika.
Fyrilesturin varar ímillum 90 – 120 min.
Keyp atgongumerki á https://billett.fo/FSR?TicketId=2088
Facebook viðmerkingar