Spyr ikki pensjónistar um pensjónsaldur, skrivar løgtingsmaður í lesarabrævi.
Sambært heldur nýklaktum løgtingslimi í Tjóðveldi tykist virðingin fyri pensjónistum at liggja á einum sera lágum støði. Hetta kemur fram í lesarabrævi, sum hevur verið at lisið í ymsum fjølmiðlum 10. januar 2024.
Løgtingsmaðurin, Eirikur í Jákupsstovu, finst at myndugleikum, sum hava tann óvanan at spyrja seg fyri hjá pensjónistum, hvørja ferð talan er um at hækka pensjónsaldurin.
Hann heldur ikki, hesin spurningur eigur at verða settur pensjónistum yvirhøvur. Sambært honum er tað skeivt, at nakar vendir sær til henda bólk av fólki, tí svarið er altíð tað sama, nevniliga, at pensjónistar ikki halda, tað er nakað gott hugskot at hækka pensjónsaldurin.
Hann setir samstundis spurnartekin við, um pensjónistar, yvirhøvur eiga at hava nakra meining um hetta mál, tí tað rakar ikki okkum, sum longu eru pensjónistar, men heldur aldursbólkin, sum í dag er millum 18 ár og 54 ár! Sambært honum kann væntast, at ”ungu” komandi pensjónistarnir fara at hava tað nógv betri enn vit ”gomlu” í dag. Teir fara eisini at liva munandi longri enn vit, skrivar hann.
Tá fer útvarpið at siga frá 100 ára føðingardøgum í heilum.
Eini mannarættindi
Um tað er nakar, sum veit, hvussu pensjónistarnir hava tað í dag og hvat kundi verði gjørt fyri at betra um støðuna hjá hesum bólki, so eru tað júst vit sum pensjónistar og ikki livibreyðspolitikararnir.
Um brævskrivarin ikki bara lurtaði, men gjørdi, sum pensjónistar og Landsfelag Pensjónista mæla til hvørja ferð, vit fáa løgtingsmál, sum hava við eldraøkið at gera, til hoyringar, so hevði staðið munandi betri til í samfelagnum, enn tað ger í dag.
Sjálvandi skulu pensjónistar hava møguleikan at verða spurdir og hava møguleikan at svara, tá mál viðvíkjandi okkara bólki koma til viðgerðar í løgtinginum. Sum ein týdningarmikil samfelagsbólkur mugu vit varðveita og halda fast við tey mannarættindi, ið vit hava, sum t.d. at koma við góðum ráðum, okkum og restini av samfelagnum at frama og gagni.
Hildið hevur verið, at nógv ár vóru liðin, síðani bast var á forfjóning av eldri fólki.
Men nei.
Nú tykjast jagstranar-glóðir aftur at hómast, tá tað snýr seg um pensjónistar.
Tórshavn 15. januar 2024
Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista
Facebook viðmerkingar