Heilsumiðstøðin er eisini við í Virkin Vágur! Týsdagin 30. januar millum klokkan 15.00 – 17.00 bjóða fólk frá Heilsumiðstøðini øllum møguleika at gera kropsligarmátingar. Tiltakið er í fimleikahøllini í Vágs skúla.
Í samband við Virkin Vágur, so kunna fólk fáa mált vekt og feitt- og vøddamassa av starvsfólki í Heilsumiðstøðini. Starvsfólkini vegleiða og geva góð ráð til kost og rørslu. Heilsumiðstøðin bjóðar øllum heilsugóðar vørur frá MBM.
Andersen testen
Sum nakað nýtt, so gevur Heilsumiðstøðin fólki møguleika at taka ein konditest, ið nevnist Andersen testen. Testurin tekur 10 minuttir, og testurin kann gerast sum einstaklingur ella saman við makanum, einum vini ella børnunum
Fá eitt byrjunarpunkt
Tankin við hesum mátingum er, at fólk kunnu fáa innlit í teirra kropp og hvussu ein er fyri. Harafturat ber til við mátingunum at fáa eitt byrjunarpunkt í samband við Virkin Vágur, soleiðis at ein kann gera somu mátingar aftur, tá Virkin Vágur er liðugt. Harvið sæst hvat ein mánið við fokus á heilsuna kann geva.
Vinn eitt páskaregg
Øll sum gera mátingar týsdagin 30. januar og aftur tórsdagin 29. februar eru við í lutakastinum um eitt stórt páskaregg. Eggið hevur Lív Johnsdóttur gjørt. Mynd sæst niðanfyri.
Facebook viðmerkingar