Tvøroyrar kommuna hevur tikið avgerð um, at taka áheitanina frá Umhvørvismálaráðnum til eftirtektar og kunngera av nýggjum ætlaðu broyting av byggisamtykt fyri havnarøkið “D” á Tvøroyri.
Hetta eftir “LUM” Løgtingssinsumboðsmaður gav Umhvørvismálaráðnum eina átalu fyri teirra málsviðgerð, og mælti Umhvørvismálaráðnum til at endurskoða málið.
Tvøroyrar kommuna fekk annars góðkenningarskriv frá Umhvørvismálaráðnum 10. Juli 2023 til ætlaðu broyting av byggisamtykt uttan viðmerkingar. Umhvørvismálaráði kunnaði tá alment um, at alt er farið fyrisitingarliga rætt fram, og at umsóknini verður gingin á møti.
Men nú LUM heitur á Umhvørvismálaráðið um at viðgerða málið av nýggjum -eftir kærur eru sendar til LUM-, hevur Tvøroyrar kommuna avgjørt, at kunngerða ætlaðu broytingina í byggisamtyktini av nýggjum, sí her.
Tvøroyrar kommuna ynskir, at málið at byggja á havnarlagnum er lýst so væl og rætt sum tilber, og at allir borgarar fáa møguleika og at koma til orðanna, og fáa høvi at viðmerkja ætlanina at byggja á havnarlagnum á Tvøroyri.
Tí skipaði Tvøroyrar kommuna eisini fyri borgarafundi í SALT 24. Jan. 2023, júst fyri at fáa lýst ætlanina hjá P/F Varðanum Pelagic at byggja protein & lýsuverksmiðju á Tvøroyri so væl sum tilber, áðrenn eitt møguligt byggiloyvið verður givið til verkætlanina. Myndir frá borgarafundinum kunna ma. siggjast á fiskur.fo
Tvøroyrar býráð hevur eisini samtykt 19. Januar í ár, at kommunan í næstum skipar fyri partshoyring, har borgarar verða hoyrdir um ætlanini at byggja protein & lýsuverksmiðju á havnarlagnum. Eisini samtykti býráðið 19. Januar í ár, at partur av fjøruni skal varðveitast, soleiðis at neystaeigarar í økinum, har ætlanin er at byggja, framhaldandi fáa atkomu til fjøruna og kunna brúka teirra bátadrátt, hóast ætlanin er at víðkað um økið eystan fyri verandi virkisbygning hjá P/F Varðin Pelagic.
Tvøroyrar kommuna
1. mars 2024
Facebook viðmerkingar