Dansibandsfestivalurin í Vági nærkast – og hetta vikuskiftið fyrst í mai, sum handlar um góðan tónleik, góðan dans, góðan mat, hugna og gott undirhald verður í ár betri enn nakrantíð.
Og nú er eisini greitt, at kendu norsku dansibandstónleikararnir Hans Olav Trøen og Odd Arne Sørensen, sum saman ferðast kring Norðurlond við tiltakinum “Musikk og moro” koma á Dansibandsfestivalin í ár.
Vikuskiftispass fáast á billett.fo. Kampingplássini eru útseld, men enn eru nøkur vikuskiftispass eftir.
Okur gleða okkum at taka væl ímóti tykkum á Dansibandsfestivalinum í Vági 2024, skrivar Dansibandsfestivalurin á facebook-vanganum.
Facebook viðmerkingar