Júst í dag eru 100 ár liðin, síðan sluppin General Gordon av Tvøroyri legði út frá Hvalba 25. februar 1924 og ongantíð spurdist aftur. Við fóru 19 mans, av hesum vóru teir 11 úr Hvalba.
Minningargudstænasta verður hildin í Hvalbiar kirkju í dag kl. 13.30, og verða nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon lisin upp. Eftir minningarguðstænastuna verða kransar lagdir við minnisvarðan í Hvalba og á Torvheyggi á Tvøroyri.
Ærað verður minnið teirra sum fórust við General Gordon †
- Poul Michelsen í Búð, skipari, 32 ár, Giftur, 3 børn -Tvøroyri
- Johan Klæmint Karl Christiansen, 18 ár –Tvøroyri.
- Gunnar Frederik Dalbert Vang, 18 ár -Froðba
- Mortan Leo Petersen, 19 ár -Froðba
- Jákup Mathias Jacobsen, 20 ár -Froðba
- Ewald Norðberg, 22 ár. -Hvalba
- Poul Johannes Ludvig, 19 ár. (Beiggi til Meinhard Ludvig) -Hvalba
- Meinhard Ludvig, 17 ár. (Beiggi til Poul Johannes Ludvig) -Hvalba
- Poul Jespersen, 45 ár. Giftur. 9 børn sótu eftir. Hvalba (fórst saman við soninum Jógvan Sofus)
- Jógvan Sofus Jespersen, 19 ár, fórst saman við pápanum. -Hvalba
- Jákup Eliesar Herluf Adellvold, 16 ár. -Hvalba
- Jóan Jákup Frederik Poulsen, 35 ár. Giftur, 9 børn -Hvalba
- Dánjal Jákup Jensen, 36 ár. Giftur, 3 børn -Hvalba
- Niels Petur Poulsen, 29 ár. Giftur, 2 børn. -Hvalba
- Jens Ludvig, 25 ár, beiggi Meinhard. Giftur, 1 barn -Hvalba
- Niels Jákup Michelsen, 27 ár. -Hvalba
- Emil Frederik Martin Heinesen, bestimaður, 24 ár, Sunnba.
- Óli Petersen, 42 ár, Skálavík.
- Símun Johan Vang, kokkur, 32 ár. Giftur, 1 barn, Fámjin
Greinarøð sum Óli Jacobsen skrivaði um lagnuna hjá sluppuni General Gordon kann lesast her.
Facebook viðmerkingar