Leygardagin 16. mars skipar Vágs Kommuna fyri eldradegi vesturi í VB húsinum.
Fyrsti eldradagurin í 2024 verður leygardagin 16. mars og er frá klokkan kl 10.30 til 12.30. Eldradagarnir eru ætlaðir borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri.
Á skránni er brunch frá Matstovuni Garðslon. Fólk frá Familjufyrisitingini koma at greiða frá hvat ein framtíðarfulltrú er og Jóanes Norðberg, verkmeistari hjá SEV, fer at hugleiða um Elverkið í Botni.
Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er ókeypis at luttaka. Um onkur tørvar flutning til og frá VB húsinum, so verður viðkomandi biðin um at ringja til Miðlatún á telefon 239390.
Facebook viðmerkingar