Minningargudstænasta í Hvalbiar kirkju í sambandi við at 100 ár eru liðin síðani at General Gordon gekk burtur.
Sunnudagin 25. februar eru júst 100 liðin, síðan sluppin General Gordon legði út frá Hvalba og ongantíð spurdist aftur. 19 mans fórust við sluppini. Av hesum vóru 11 mans úr Hvalba. Í tí sambandi verður ein minningargudstænasta hildin í Hvalbiar kirkju, á 100-ára degnum, sunnudagin 25. Februar kl. 12.30. Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon lisin upp. Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin. Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri luttekur við sangi.
Hvalbiar kirkja
Facebook viðmerkingar