Ónskvøldið 21. februar klokkan 19.00 verður fyrilestur við fysioterapeutunum Sigurð Marner og Báru í Miðlatúni.
Í samband við Virkin Vágur, so verður áhugaverdur fyrilestur í MIðlatúni um týdningin av styrki og konditións venjing, og hvat hendir við kroppinum, tá hann eldist.
Í stuttari lýsing, siga Sigurð Marner og Bára, at tey koma at greiða frá:
Tá vit gerast eldri, minkar vødda fyllan og styrkin natúrligt. Hetta nevnist sarcopeni. Tað byrjar longu um 30 árs aldurin, og minkar so líðandi við árunum.
Tað er fyrst tá vit blíva umleið 70 ár, at tað verður ein trupulleiki. Tá byrja vit at fáa trupulleikar í gerandisdegnum og koma í fallvanda.Við at venja, serliga tunga styrkivenjing, kunnu vit seinka hesi gongdini og fyribyrgja teimum trupulleikum ið fylgja við aldrinum.
Hvat er so tung styrkivenjing og hvussu venja vit okkara konditión best.
Við hesum fyrilestri fært tú innlit í hvat hendir við vøddum og kroppinum tá vit gerast eldri, hvussu tú kanst venja, og hvat sigur granskingin og viðmælini vit skulu gera.
Fyrilesturin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
#virkinvágur2024 #abcfyrisálarligaheilsu
Facebook viðmerkingar