Sunnudagin 10. mars kl. 14 verður Grækarismessuhald í Vági. Sum siður er, so skipar Skótaliðið Royndin fyri grækarismessuhaldinum við Minnisvarðan.
Skótar og úlvar ganga skrúgongur kl. 13:45 úr skótahúsinum oman til Minnisvarðan. Magnus Pauli West heldur røðu. Magnus Pauli er ættaður av Tvøroyri, men býr í Vági og er leiðari í Miðlatúni og Visit Suðuroy. Sangkórið Ljómur luttekur við kórsangi og felagssangi. Aftaná bjóðar skótaliðið kaffimunn í Miðlatúni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Eftir grækarismessuhaldið, skipar rørslufelagið Hvistan fyri rennikappingini VK7. Runnið verður kl. 14.30.
Facebook viðmerkingar