Tiltøk fyri mammubólkar

Í vár skipar Miðlatún, saman við heilsusjúkrasystrini, fyri nøkrum mammubólkum. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá mammunum at møtast, fáa eitt prát saman og eisini at práta við heilsusjúkrasystrina og fáa barnið viga.

Mammubólkarnir fáa m.a. høvið at royna Linoleumsprent, pinkubarnasálmasang og okur fáa eisini vitjan av Suðuroyar Apotek, sum kemur at tosa um baby- og barnarøkt.

Tað ber til at fylgja við á Facebooksíðuni hjá Miðlatúni, har kunning um tiltøkini verður løgd út.

Tiltøkini í vár eru hesi:

  • 12. mars kl 10.00: Kom og royn Linoleumsprent
  • 9. apríl kl 10.00: Vitjan av Suðuroyar Apotek
  • 16. apríl  kl 11.00: Pinkubarnasálmasangur í Vágs kirkju
  • 23. apríl kl 11.00: Pinkubarnasálmasangur í Vágs kirkju
  • 30. apríl kl 10.00: Mammubólkur í Miðlatúni v/ heilsusjúkrasystur
  • 7. mai kl 11.00: Pinkubarnasálmasangur í Vágs kirkju        

Facebook viðmerkingar