“Vísindavøka á ferð” í Suðuroy, sum varð útsett vegna veður, er nú sett á skrá aftur.
Framløgurnar verða mikukvøldið 6. mars í Miðnámsskúlanum í Suðuroy kl. 12.00 og í Miðlatúni í Vági kl. 19.00:
Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið
Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið
Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Turið Jacobsen, tilknýtt Fróskaparsetrið
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.
Facebook viðmerkingar