Skeltaverkstova til vinnurekandi

unsplash.com – halacious

Mánadagin 11. mars skipar Vágs Kommuna fyri eini skeltaverkstovu í Miðlatúni. Verkstovan er fyri vinnurekandi.

Vágs Kommuna hevur sett sær fyri at arbeiða við vinnumenning saman við vinnulívinum. Endamálið er, at tað skal vera gott at staðseta og reka fyritøku í Vági. Hetta arbeiðið verður skipað undir Business Vágur hugtakinum.

Ein liður í hesum arbeiðið er at skipa fyri verkstovu til vinnurekandi. Fyrr hava verkstovur verið innan online sølu og myndatøkur við fartelefon við atlitið til marknaðarføring. Nú verður so aftur ein verkstova. Hesa fer er tað um skelting og eru tað sniðgevar frá Kodio, ið koma at leggja fram og at samstarva við fyritøkur.

Málið við verkstovuni er, at lutakararnir koma at skilja týdningin av skelting – og at teir finna út av, hvat teirra tørvur er. Samstundis verður lagt upp til, at teir koma at bíleggja sær skelti og/ella merking, sum eru serteknað av sniðgevum hjá Kodio.

Verkstovan byrjar klokkan 9.00 mánamorgunin, 11. mars, har kommunan bjóðar ein drekkamun og kaku og Kodio stendur fyri framløguni. Verkstovan tekur áleið tveir tímar. Eftir døgurða verða ein til ein verkstovur við vinnurekandi, ið hava umbiðið hetta.

Facebook viðmerkingar