Kvinnudagur 2024

Kvinnufótbóltur
Seinastu nógvu árini hevur verið roynt at byggja upp og menna gentu og kvinnufótbóltin í Suðuroynni.

Tey seinastu 3 árini hevur verið roynt at ment eitt felags kvinnulið fyri alla oynna.
Seinastu tvey árini hevur liðið spælt í Betri deildini (bestu kvinnudeildini).

Hugsanin var at skapa trivnað og eitt varandi tilboð fyri kvinnur í oynni, sum tíma at spæla fótbólt. Hetta fyri at tær skuldu verða verðandi í oynni.

Og ikki sum vit so ofta fyrr hava sæð, at tær flyta av oynni og heldur spæla fótbólt
norðanfjørðs, og fleiri av teimum á landsliðnum eisini.

Alt hetta tí vit ikki hava havt eitt nøktandi tilboð til kvinnufótbóltsleikarar í Suðuroynni.

Víð mínum yvir 40 ára royndum í fótbólti kann eg tó staðfesta, at tað er ein himmalvíður munur á bæði áhuga innan feløgini fyri kvinnufótbóltinum, raðfestingum, umstøðum og øllum tí, sum skal til fyri at fáa bara nøkulunda javnbjóðis møguleikar hjá kvinnum og
monnum at spæla fótbólt.

Og ein kann spyrja seg sjálvan, hví kvinnur ikki skulu hava somu møguleikar og umstøður sum menn? Eg havi enn ikki hoyrt nakra nøktandi grundgeving fyri hesum.


Kvinnufótbólturin fær ikki somu raðfesting sum harrafótbóltur.
Hetta skal tó ikki skiljast, sum eg haldi at nakað yvirhøvur skal takast frá harrafótbóltinum, men heldur sum ein innilig áheitan um at vísa kvinnufótbóltinum somu virðing og raðfesting sum harrafótbóltinum.

Tað er eingin ivi um, at um man vil hetta, so eru stórir menningarmøguleikar innan
kvinnufótbóltin, og hetta fer eisini at síggjast aftur í betri trivnaði og samanhaldi.

Eisini fer hetta at gera tað hugaligari hjá gentum/kvinnum, sum tíma fótbólt, at búgva í Suðuroynni.

Tí ein raðfesting av kvinnufótbólti er meira enn ein raðfesting einans av fótbólti, men eisini ein raðfesting av framtíðini, samanhaldi, samstarvi og trivnaði.

Og er tað nakað okkum tørvar, so er tað júst hetta!

Við fótbóltskvøðu á kvinnustríðsdegnum 2024


Jón Pauli Olsen
Venjari

Facebook viðmerkingar