Av hjarta vilja vit takka øllum, ið á ymiskan hátt vístu samkenslu, tá góði maður, abbi, bróðir og sonur okkara;
Sámal Sonni Salberg Olsen
f. 15.10.1961 d. 20.02.2024
eftir longri sjúkralegu andaðist og varð jarðaður.
Vit takka hjartaliga tykkum á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, tykkum í palliativa toyminum, krabbameinsfelagnum og tykkum á Suðuroyar sjúkrahúsi fyri røkt, hjálp og umsorgan.
Vit vilja takka presti fyri troystarík orð, sangarum fyri sang í kirkjuni og á grøvini og øllum tykkum, ið á annan hátt hjálptu við jarðarferðini.
Takk øll tit, ið vóru til jarðarferðina og fylgdu Sámali á hansara seinsta hvíldarstað.
Vit vilja eisini takka tykkum, ið lótu Jóhonnu TG 326 eina peningagávu.
Familjunar vegna
Fríðgerð
Facebook viðmerkingar