Tað mugu vera sera fáir føroyingar, ið ikki kenna til superbólkin Páll Finnur Páll. Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba og Páll G. Hammer funnu saman í tónleikinum, á studentaskúlanum í Hoydølum í 1999 og kunnu teir sostatt hátíðarhalda 25 ár saman, sum tónleikarir. Árini síðan 1999 eru fleiri lagstir afturat bólkinum, ið síðan ungu árini á studentaskúlanum hevur útviklað seg til at vera ein tann best umtókti føroyski bólkurin, ið landið nakrantíð hevur sæð.
Páll Finnur Páll hevur 5 fløguútgávur á samvitskuni og stórur partur av løgunum eru sannar landaplágur, ið øll duga at syngja við til. Løgini eru fangandi og teksturin ofta frekur og stuttligur, men sanniliga eisini álvarsamur.
Tað er okkum ein sonn gleði at kunna kunngera, at Páll Finnur Páll verður at hoyra á Mentanarnáttini á Tvøroyri, fríggjakvøldið hin. 31. mai, 2024.
Páll Finnur Páll er: Páll Oddur Rubeksen, sang og gittar, Finnur Koba, sang og gittar, Páll G. Hammer, tangentar, Høgni Fagraberg, gittar, Ísak Sambleben, bass og Halgir W. Arge, trummur.
(Kelda: Wikipedia)
Facebook viðmerkingar