Nýggir ljóðtúrar í Vági

Nú ber til hjá vágbingum og vitjandi at hoyra ljóðbrot í meðan tey eru til gongu. Ljóðbrotini, ella ljóðtúrarnir sum teir nevnast, eru fortald av vágbingum um ymist í Vági.

Í fjør heyst skipaði Vágs Kommuna fyri eini størri listaverkætlan saman við trimum listafólkum. Burturúr hesi listaverkætlan kom nógv ymist og forkunnugt burturúr. Flest av hesum er sýnt fram ímeðan listaverkætlanin var í gongd. Eitt, sum kom burturúr úr listaverkætlanini og sum fyrst nú verður alment, eru ljóðtúrar, sum á enskum verður nevnt audio walks. Talan er um ljóðbrot, har vágbingar greiða frá ymsum í eru í Vági. Ímillum ljóðbrotini kann nevnast forteljing um Johannu TG326 og Vágseiði.

Ljóðtúrarnir kunnu hoyrast við at skanna QR-koturnar á nýggju, bláu skeltunum, sum eru sett upp ymsa staðni í Vági. Myndin niðanfyri vísur, hvar skeltini eru staðsett í Vági. Tá ein skannar QR-koturnar, so verður viðkomandi leiddur til heimasíðuna hjá Vágs Kommunu og beint á tann ljóðtúrin, ið skeltið lýsir. Tað einasta sum krevst er, at tann sum skannar QR-koturnar, at hava eina snildtelefon við 4G/5G netsambandi og oyramikrofonir. Síðani er eftir at fara ein túr ella seta sjeg á eitt stað og lurta eftir søgunum.

Facebook viðmerkingar