Eldraleikir 2024

Ver vælkomin til Eldraleikir 2024 tann 17. apríl í høllini á Hálsi kl 10.00-13.00

Hetta verður ein stuttligur, øðrvísi dagur, har kappast verður í liðum, í ymiskum avbjóðingum.

Avbjóðingarnar verða ymiskar, har málið fyrst og fremst er at tað skal verða stuttligt. Til dømis verður kappast í stafettum av ymiskum slag, sláa seym, minnast ting, byggja torn úr ymiskum lutum, ella kasta/lofta/halda ymiskt.

Eingin skal halda seg aftur, tí viðkomandi møguliga ikki fær gjørt alt. Til tær flestu avbjóðingarnar skulu nøkur umboð úr liðnum luttaka, ímeðan restin “heppar”.

Pláss er fyri í alt 150 luttakarum, so melda til ímeðan tað enn er pláss við at senda ein teldupost við navni, bústað og tlf hjá luttakaranum á tpost: baram@bhs.fo innan freistina 10. Apríl, so frætta tit aftur. Vit gera liðini, men um man hevur onkran man gjarna vil á lið saman við, ber til at viðmerkja tað.

Kostnaður er 175,-

Ábit verður á miðdegi, og okkurt verður til vinnandi liðið

Facebook viðmerkingar