Kveikjandi kvøld til heimablídni í ferðavinnuni

Kirstin Vang / @kirstinvangFerðist í egnum landi 2020Tiknar í juni og juli

Ónskvøldið 10. apríl klokkan 19.00 skipar Visit Suðuroy fyri kveikjandi kvøldið, har temaði er heimablídni.

Heimablídni er eitt áhugavert konsept, har føroyingar bjóða vitjandi – hetta kann vera føroyingar, ið ferðast í egnum landi, og útlendsk ferðandi – á gátt til eina máltíð. Talan kann verða um morgunmat, ein drekkamun seinnapart, frokost ella ein hugnaliga náttura. Matarskráin kann innihalda serføroyskan mat, eina familju uppskrift ella eitt ganska vanligt máltíð. Tað, sum ger heimablídni heilt serligt, er samanrenningin mati og samveru millum tann lokala og tann vitjandi.

Hetta vil Visit Suðuroy byggja uppá og fáa fleiri heimablídnir í oynni.

Á kveikjandi kvøldinum verða framløgur frá Magnus Paula West, Visit Suðuroy, Aldu M. Egilstrøð, menningarsamskipari á Visit Faroe Islands, Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands, og Ansgar Sørensen frá ARATours. Eisini vitjar umboð frá BRIM B&B.

Øll eru vælkomin í Miðlatún klokkan 19.00 tann 10. apríl. Tiltakið er ókeypis.

Facebook viðmerkingar