Sum nakað heilt serligt, so bjóðar Miðlatún vágbingum og vitjandi møguleika at lána nakrar sitimáttur, tá farið verður í fjøllini kring Vág.
Talan er um sitimáttur úr føroyskari ull, sum eru framleiddar í Vági í samband við stóru listaverkætlanina, sum var í Vági í fjørheyst.
Í gjøgnum heystið 2023 er ull savnað kring Vág. Ullin er so skild, vaskað, karðað og tøvd. Eftirfylgjandi er ullin lasaraskorðin í FabLab og fletta saman til sitimáttur. Lesið meira um sitimáttuna her. (leinki til sitimáttu-síðuna).
Hesar sitimáttur eru sera væl egnaðar til túrar í fjøllunum, har gongufólk kunnu taka hesar við sær og brúka tær, tá tey seta sjeg niður at rinda møðina, at njóta útsýni ella eta ein matpakka. Føroyska ullin ger, at gongufólk sita turt og gott úti í náttúruni.
Sitimátturnar kunnu lánast ókeypis í MIðlatúni. Tey, sum lána eina sitimáttu, fáa kunning á føroyskum og enskum um føroysku ullina og hvussu sitimátturnar eru gjørdar. Kunningin er prentað á stóra plakat, ið hongur saman við sitimáttunum. Tá gongufólki kemur aftur í Miðlatún, tá fáa hesi eina dagbók, har tey kunnu skrivað um teirra náttúru uppliving. Harvið leggja tey eina søgu eftir sær, ið onnur kunnu lesa.
Facebook viðmerkingar