Tvøroyrar Býráð hevur tann 25. mars 2024 samtykt at broyta byggisamtyktina soleiðis, at matr. nr. 16 á Tvøroyri verður broytt frá: Frítíðarøki «F» til: Miðstaðarøki «A».
Talan er um gamla fótbóltsvøllin á Sevmýri á Tvøroyri og gamla TB-húsið.
Ásetingarnir fyri Miðstaðarøki «A» kunnu lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu, men grundleggjandi verður økið lagt av til miðstaðarbygging, t.e. bústaðir, handlar, skrivstovur, samkomuhøli, heilsubótarstovur, gistingarhús, matstovur, smærri handverksfyritøkur o.t.
Almenna framløgan er frá 17. apríl til 8. mai 2024 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 31. mai 2024.
Sí kunngerð og fylgiskjøl her: https://tvk.fo/content.asp?sid=6187&id=
Facebook viðmerkingar