Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin, hjá Tvøroyrar kommunu, verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall. Reinføri er ein sera tíðandi partur á dagstovnum, og Tvøroyrar kommuna metur støðuna út frá heilsufrøðuligum sjónarmiði ikki verða ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovninum.
Tikskil hevur kommunan tikið avgerð um, at fremja fylgjandi broytingar, so leingi verkfall er, ella inntil møgulig undantøk verða givin:
VØGGUSTOVAN
- Vøggustovan verður stongd frá í dag, ónsdagin 15. mai 2024
BARNAGARÐURIN
- Barnagarðurin verður stongdur frá og við fríggjadegnum 17. mai 2024
FRÍTÍÐARSKÚLIN
- Frítíðarskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 2024
GLUGGIN
- Forskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 2024
Tvøroyrar kommuna fylgir støðuni og henda broytingar, kunna vit um tað alt fyri eitt.
Tvøroyrar Kommuna
Facebook viðmerkingar