Mánakvøldið, 20. mai, klokkan 19:00 verður eitt spennandi og heldur øðrvísi tiltak í ungdómshúsinum í Vági.
Sammi Djurhuus, Magnus Hjelm og Louis Herason hava seinastu mongu áriðni spælt kenda spælið, Warhammer 40.000, sum eitt borðspæl, men er væl størri enn flest onnur borðspøl! Teir hava fingið áheitan frá fleiri, um at koma og vísa fram hvat hetta spælið snýr seg um, og hvussu tað verður spælt.
Hetta gera teir mánakvøldið 20. mai, har teir fara í ungdómshúsið at spæla eitt spæl, har øll eru vælkomin at hyggja. Teir fara at vísa á og práta um hvat hetta ítrivið snýr seg um, hvat man kann og ikki minst hvussu man kann byrja sjálv/ur. Tað er onki aldursmark á hesum tiltakinum, og eru børn sum vaksin vælkomin inn á gólvið at hyggja og fáa eitt gott prát við okkum.
Warhammer 40.000 er eitt spæl, sum øll kunna verða við í, og er ítrivið nógv meira, enn bara sjálva spælið. Summi dáma best at spæla spælið, meðan onnur dáma best at málað figurarnar.
Heimskendi Henry Cavill, ið bæði spælir Geralt og Rivia og Superman, er stórur Warhammer fjeppari, og hevur hann veruliga verið við til at økja um áhugan fyri spælinum og ítrivinum sum heild.
Okur vóna at síggja tykum til eitt áhugavert og spennandi kvøld, sum okur vóna fangar áhugan hjá tykum.
Facebook viðmerkingar