Fyrst í maimánað bleiv ein nýggj gongurás løgd niðan á Moyggjartúgvu.
Vágs Kommuna arbeiðir víðari við at menna og skipa ferðavinnuna í Vági til gagn fyri vágbingar og vitjandi. Í fjør bleiv ein rás gjørd niðan á Rávuna og árini undan eru faldarar, kort, skeltir og tænastur ment.
Í samband við verkætlanina Closed for Maintenance, ið var í Vági 1.-4. mai, so bleiv ein nýggj gongurás løgd. Talan er um eina rás, ið er góðar tveir kilometrar til longdar. Rásin byrjar á Bøgøtu, stutt eystanfyri Gjógvará, og gongur niðan á toppin á Gjógvaráfjallið, ið nevnist Moyggjartúgva. Gingið verður á avsettari rás, ið liggur millum træir – rásin knýtir sjeg í Dalsveg, sum er vegurin til Botn. Gingið verður góðar 850 metrar eftir Dalsvegi til ein stórur steyðrið vísur við píli niðan til Moyggjartúgvu. Rásin fer tá av vegnum og niðan í hagan, har bláir varðasteyðrar vísa leið niðan á Moyggjartúgvu. Síðsta strekkið er góðar 600 metrar.
Á Moyggjartúgvu er gott útsýnið yvir Vág og vestur í hav, suður til Beinisvørð og oyggjarnar fyri norðan. Skamt frá Moyggjartúgvu er eitt sitipláss gjørt, har tilber at sita turt og gott við útsýnið yvir Vág.
Skeltini og gongurásirnar gera tað lættari hjá fólki at vitja søguligu støðini og vøkru náttúruna kring Vág undir skipaðum viðurskiftum.
Arbeiðið við at skelta og leggja gongurásina niðan á Moyggjartúgvu er gjørt í samstarvi millum Vágs Kommunu, Visit Faroe Islands og hagapartin Gjógvaráfjall.
Facebook viðmerkingar