Í farnu viku vitjaði Mike Kelloway, sum er limur í kanadiska tinginum, í Føroyum. Endamálið við ferðini var at kunna seg um føroyska alivinnu og fiskivinnu, harundir eisini um fiskiveiðieftirlit og tilbúgving.
Mike Kelloway er valdur í kanadiska tingið umboðandi Cape Breton-Canso økið í eystur-Kanada. Harumframt hevur hann sum sokallaður tingskrivari (parliamentary secretary) til uppgávu at umboða kanadiska fiskimálaráðharran í tinginum og í øðrum høpi. Eins og í Føroyum hevur ali- og fiskivinnan stóran týdning fyri menning í økjum, sum hava tilknýti til sjógvin; og er hetta eisini støðan í Cape Breton.
Á fundinum greiddu landsstýrisfólkini frá, hvussu føroyska alivinnan og fiskivinnan eru skipað, og hvussu burðardyggleiki er ein týðandi liður í skipanini.Á Føroya-ferðini vitjaði Mike Kelloway eisini á stovnum og fyritøkum við tilknýti til ali- og fiskivinnuna.
Facebook viðmerkingar