
Í døgunum 3-8 juni ber til hjá børnum og barnsligum sálum at koma inn á gólvið í Miðlatúni og leita eftur 10 føroyskum fiskum.
8. juni er dagurin fyri Heimshøvini, World Oceans day 2024. Tí fara okur at varpa ljós á lívið í havinum. Okur bjóðað vælkomin inn at vitja og leita á bókasavninum eftur 10 føroyskum fiskum. Fiskarnar eru allir prentaðir á A4 ørk, har børnini kunnu gita hvør fiskurin er.
Øll sum luttaka eru við í lutakastinum um 4 vinningar;
- 2 gávukort frá Suðuroyar kajakk fyri 4 fólk
- Bókin Høv & Heimshøv
- Eitt A4 ark við føroyskum fiskum
Tað er Miðlatún sum saman við Fab-Lab skipar fyri Fiskiveiðuferðini
Facebook viðmerkingar