Vitjan úr Kommune Kujalleq

Tvøroyrar kommuna hevði vitjan úr Grønlandi í gjár av Stine Egede, borgmeistara úr Kommune Kujalleq, umframt Tine Pars kommunaldirektør og Sten Lund, erhvervssekretrær.

Kristin Michelsen og Stine Egede framman fyri kommunuskrivstovuna á Tvøroyri

Kommune Kujalleq er tann minsta av teimum 5 grønlendsku kommununum. Kommunan er samanløgd av fyrverandi Narsaq, Nanortalik og Qaqortoq kommunu, sum samanlagt er samansett av 11 bygdum á íalt 6.624 íbúgvum, spjaddar á einum kommunalum øki á 32.000 km².

Talan var um stuttan 1 dags túr, so tað var avmarkað við tíð. Tvøroyrar kommuna og Kommune Kujalleq hava fleiri felags áhugamál, sum vóru umrødd á vitjanini. Vitja var ma. á Føroya Eftirskúla, har møguleiki var at hitta næmingar úr Grønlandi, vitja var á Seglloftinum, har Kári Jespersen greiddi frá søguligu sambandinum millum Tvøroyri og Grønland, vitja var á Varðin Pelagic, í Mýrifípuni, í ítróttar- og skúladeplinum í Trongisvági, í Glugganum og í SALT á Drelnes.

Á fundi í býðráðssalimum bleiv avtala tilgong til eina framtíðar vinarbýar samstarvsavtalu millum Kommune Kujalleq og Tvøroyrar Kommunu.

Facebook viðmerkingar