Maskinmeistari til elverkini í Suðuroy

Vit sóknast eftir maskinmeistara til fast starv á Vágsverkinum at byrja sum skjótast. Arbeiðsstaðurin er Vágsverkið, har tilsamans níggju maskinmeistarar eru í starvi og reka elframleiðsluna í Suðuroy.

Elskipanin í Suðuroy er serlig og partur av royndarskipan, sum er serstøk í altjóða høpi.

Uppgávur
Sum vakthavandi maskinmeistari samskipar tú elveitingina millum Vágsverkið, elverkið í Botni, Vindmyllulundina í Porkeri, umframt Sólorkulundina í Sumba og skipanina í Heiðunum við battaríum og synkronkompensatori. Harumframt hevur tú um hendi umsjón við netinum og koplingarleiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni.

Arbeiðsstaðurin er Vágsverkið, har vaktin eisini heldur til. Arbeitt verður á og út frá Vágsverkinum til hini trý elverkini eftir tørvi, og flutningur fer vanliga fram við arbeiðsbili hjá Sev.

Talan er um vaktararbeiði, sum bæði er í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tey fýra elverkini í Suðuroy eru:
• Vágsverkið við fýra dieselmotorum á tilsamans 13 MW. Hesir motorar eru riknir við tungolju.
• Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum á tilsamans 3 MW.
• Vindorkulundin í Porkeri, har eru 7 vindmyllur á 0.9 MW, tilsamans 6,3 MW.
• Sólorkulundin í Sumba í hevur ein mátt uppá 261 KW.


Vit vænta, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Sev
Vit bjóða tær:
• upplæring,
• ávirkan á egið arbeiði,
• viðkomandi skeið.
Vit er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

Løn
Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jóanes Norðberg, verkmeistara, tlf. 222909 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, tlf. 218419.

Umsóknarfreistin er 19. juni 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo. Viðmerk: Maskinmeistari til elverkini í Suðuroy.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Facebook viðmerkingar