Leys størv í Vágs Skúla skúlaárið 2024/25

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024 
 
1 lærari í fast starv. 

5-6 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2024/25 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.  
 
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum: 
– eru samstarvs- og virkisfús 
– eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við  
– eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgd og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur  
– leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning  
– duga væl at samstarva 

– hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði 

 
Førleikakrøv lærarar 
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. 
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum: lívfrøði, handverk & list, dreingjaítrótti og donskum, og kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu.


Lønar- og setanartreytir – lærarastørv 
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.  

Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2024.  

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
 

Umsóknir:
Umsóknir við cv og avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni  2024  kl. 12.00

Umsóknir skulu sendast til:

Vágs Skúla
Vágsvegur 32
Fo-900 Vágur

ella á teldupost:  john.henrik.holm@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til:

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo  ella

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo

Facebook viðmerkingar