Tvøroyrar kommuna samtykt ársroknskapin fyri 2023

Fíggjarliga gongdin:

Samlaðu inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2023 vóru kr. 101,5 mió. og er nakað hægri enn undanfarna ár, tá tær vóru kr. 96,8 mió. Samlaði raksturin hjá kommununi í 2023 varð kr. 81,4 mió. Hetta er kr. 4,77 mió lægri enn avsett var á fíggjarætlanin fyri 2023. Talan er tó um ein vøkstur á kr. 5,16 mió. samanborið við 2022, tá raksturin var kr. 76,250 mió.

Hækkingin í rakstrinum millum 2022/2023 stendst serliga av hækkandi sáttmálabundnum  lønar-útreiðslum, sum var 3,4%, og øktum rakstrar útreiðslur til økini §2 Almanna- og heilsumál, 1,69 mió, ið stavar av øktum rakstri av Bú- og heimatænastuni, §3 Børn & ung, 319tkr, sum serliga er rakstur av forskúlanum Glugganum; §4 Undirvísing, 701tkr, sum eisini stavar av rakstrum av forskúlanum Glugganum; §5 Mentan og frítíð, 799tkr., sum  §6 Teknisk mál, 678tkr.; §7 Kommunal virki, kr. 1,2 mió, ið millum annað starvar av økum rakstri av rusk og endurnýtsluni hjá IRF.

Á løgusíðuni hevur kommunan framt íløgur fyri íalt kr. 16,21 mió í 2023, samanborið við kr.22,9 mió í 2022. Størstu løgurnar í 2023 hava verið gjørdar á hesum økjunum: Dagføringar av fólkaskúlanum, nýtt graslíkið við Stórá, nýtt gólv í ítróttarhøllini, nýtt kappróðrarneyst, nýggja hitaskipan til ítróttarhøllina og skúlan í Trongisvági, dagføringar av gamla barnagarðinum,spælipláss við skúlan og frítíðarskúlan í Trongisvági, byrjan uppá spælipláss í Froðba, dagføringar og fríðkan av miðbýnum, har í m.a kaj- og bátahyljarnir, Faktorgarðin og dagføringum av gomlu handils og pakkhúsum á havnalagnum, umframt víðkan av Skjalsavninum.

Úrslitið av rakstrinum hjá Tvøroyrar Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2023 varð eitt avlop á kr. 1,2 mió, sum er kr. 19,75 mió. kr. betri enn væntað.

Umframt kommunala raksturin, so er Tvøroyrar Kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a. Bú- og Heimatænastan í Suðuroy og Barnavernda-tænastan í Suðuroynni. Barnaverndartænastan kostaði Tvøroyrar Kommunu 3,0 mió kr. í 2023, sum er áleið tað sama sum í 2022. Eldraøkið kostaði Tvøroyrar Kommunu kr. 24,843 mió. kr. í mun til kr. 23,306 mió kr. í 2022.

Í 2023 rindaði Tvøroyrar Kommuna 3,7 mió. kr. til afturgjald av lánum. Við árslok 2023 var nettoskuldin hjá Tvøroyrar Kommunu  36,9 mió. kr. sum svarar til 35,0% av eini álíkning, í mun til 49% av einari  álíkning í 2022.

Roknskapurin 2023 kann lesast her

Facebook viðmerkingar