Jóansøkukonsertin

Á jóansøku í ár verður ein stór jóansøkukonsert á økinum við Gamla skúla.

Leygarkvøldið á jóansøku, tann 22. juni, verður ein tónleikakonsert vesturi á økinum við Gamla skúla. Á pallinum koma Vágaverk, Frændur og Páll Finnur Páll at framføra.

Jóansøkukonsertin byrjar á midnátt og tað er ókeypis at koma inn á økið.

Umframt tónleik, so fara ítróttarfeløgini at hava ymsar sølubásar á økinum og skeinkistaðið Hjá Jugga, ið liggur tætt við, hevur opið.

Facebook viðmerkingar