Í vikuskiftinum 16., 17. og 18. august verður Ljósfest í Vági – har undirhald, mentan og tónleikur eru á skrá.
Ljósfest byrjar fríggjakvøldið 16. august, tá eitt kvøldartiltak við tónleiki og hugna verður. Leygardagurin er stóri dagurin og byrjar skráin klokkan 10.00 og hildið verður á til klokkan 04.00. Enn er ein góður mánaði til Ljósfest verður og tiltøk kunnu koma afturat.
Til ber at lesa skránna her og skráin verður dagførd loypandi.
Vágs Kommuna hevur skrivað um ymsu tiltøkini og tónleikin, sum verður á Ljósfest. Í yvirlitinum yvir tíðindir her á heimasíðuni ber til at lesa um ymsu tiltøkini.
Facebook viðmerkingar