Í morgin, fríggjadagin 5. juli, verður ein Summartónakonsert í Ruth Smith Savninum.
Konsertin er við Martin Stender (saksofon) og Torleik Mortensen (bass).
Talan er um fyrstu av í alt fýra summartónakonsertum, sum verða í Vági í summar. Tann 20. juli kl 15.00 verður konsert í Miðlatúni við SYLVATICA, Errant Shamanic Songs. Og í Vágs kirkju verður konsert tann 26. juli, tá ið Lea Kampmann framførur saman við Biritu Dam (sang) og Anna Sofía Jørgensen (sang). Seinasta konsertin verður verður í Ruth Smith savninum, og er tað Supervisjón: Lasse Jæger (elektronikkur) sum framførur. Dagfestingin kemur seinni.
Konsertin 5. juli er ókeypis og byrjar kl. 18.00.
Facebook viðmerkingar