Eftir summarfrítíðina verður møguligt at íðka judo í Vági.
Vágs Kommuna fekk í summar fyrispurning frá Suðuroyar Judo um felagið kundi fáa hølir at hava venjingar í. Hesum fyrispurningi gekk kommunan á møti og 19. august verður fyrsta judovenjingin í Vági. Venjingarnar verða í fimleikahøllini í Vágs skúla. Í samband við fyrsti venjingina, so bjóðar Vágs Kommuna íðkarum frukt og vatn.
Judo og venjingartíðir
Tey í Suðuroyar Judo siga, at judo, sum ítróttur, er fyri øll, óansæð støði og aldur.
Børn frá 1. flokki og til 12 ár venja saman og vaksin frá 13 ár venja saman.
Vænt verður soleiðis:
Mánadag: 18.00 – 19.00: børn I 19.00 – 20.30: vaksin
Tórsdag: 18.00 – 19.00: børn I 19.00 – 20.30: vaksin
Tey, sum ynskja at royna judo fyri fyrstu fer, skulu møta til upplýstu tíðir og vera ílatin joggingbuksir og langaermaðar t-shirtir uttan lynlás.
Fyrispurningar og meira kunning fáast á suduroy@judo.fo og á facebooksíðuni Suðuroyar Judo.
Facebook viðmerkingar