Mynd Bjartur Vest Joensen
FC Suðuroy var tíðliga seinnapartin í Gundadali, har HB tók ímóti.
Hóast talan var um dyst millum oddaliðið, FC Suðuroy, og botnliðið í 1. deild HB, so var ikki stórvegis munur á liðunum í dag.
HB legði seg á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki. Men við tveimum málum frá Alexander Holm Kilgour var støðan 2-1 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki kom bara eitt mál, tað var eftir brotsspark til HB, og so var støðan 2-2.
Dysturin endaði eisini við javnleiki 2-2.
Skoytast kann uppí, at FC Suðuroy endaði dystin við 10 monnum, eftir at Jimmy Abdul fekk seinna gula kortið.
Facebook viðmerkingar