Mánadagin var fyrsti skúladagur á heystskeiðinum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og hetta sást eisini aftur í Vági fyrrapartin, tá stór mannamúgva og hópurin av bilum vórðu savnaði við næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum.
Tilsamans 48 næmingar byrjaðu á heystskeiðinum í gjár og fara tey at blíva ríkaði við upplivingum á Ítróttaháskúlanum, bæði í nærumhvørvinum, kring landið og á uttanlandsferð.
Sum vant byrjar fyrsta vikan við “intro-viku”, har næmingarnar læra hvønn annan at kenna. “Intro-vikan” byrjaði í dag og eru næmingarnar farnir á Tvøroyri, har gist verður í tvær nætur.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy er ein sera vælumtóktur háskúli og sæst hetta eisini aftur í tilmeldingunum, bæði nú í heyst og til komandi várskeið.
Lesið meiri um Ítróttaháskúlan í Suðuroy her.
Facebook viðmerkingar