Hall á 117 milliónir eftir skatt – lívfrøðiliga støðan er góð
Botnurin fór undan laksaprísinum, meðan verkfall var í Føroyum.
Rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 388 milliónir krónur, meðan tað eftir skatt var eitt hall á 117 milliónir krónur. Tøkugjaldið var 84 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár og 196 milliónir fyri fyrra hálvár í ár, samanborið við 30 milliónir annan ársfjórðing í fjør og 68 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.
Tøkan í Føroyum var 10.226 tons og 11.366 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 8.658 tons og 7.343 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum og lúsatølini eru framhaldandi metlág. Lívfrøðin í Skotlandi hevur somuleiðis verið góð, og har gav virksemið eitt rakstrarúrslit á 113 milliónir krónur.
Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:
” Laksaprísurin var óvanliga høgur fram til hálvan mei, men fall síðani ógvusliga fram til juli. Samanfallið við drúgva verkfallið viðførdi, at heili 4.000 tons vórðu flutt til munandi lægri laksaprís, aftaná at verkfallið var endað. Tá var altjóða laksaprísurin fallin við umleið 50 NOK/kg. At vit funnu ILA í tveimum ringum í Vági í mai, hevur eisini viðført stórt fíggjarligt tap. Fiskurin mátti takast, áðrenn hann var hálvvaksin. Tó eru vit fegin um at ILA ikki er staðfest í øðrum aliringum, hvørki í Vági ella aðrastaðni. Seinasti laksurin av hesi útsetingini á Vágsfirði verður tikin ímorgin – og so liggur fjørðurin tómur nakrar mánaðir, áðrenn nýggjur árgangur verður settur út aftur.
Stórar útbyggingar eru gjørdar av smoltstøðunum hjá Bakkafrost seinnu árini. Hetta kemur nú til sjóndar við at størri og betri smolt verða sett út enn áður. Stóru smoltstøðirnar eru ein avgerandi liður í at betra dygdina av alivinnuni enn meira í Føroyum.
Fóðurframleiðslan varð eisini hart rakt av verkfallinum, sum viðførdi munandi lægri rávøruveiting til fóðurframleiðsluna. Eini 60 túsund tons lækking í rávørumóttøku í mun til sama tíðarskeið í fjør, og er hetta sjálvsagt ein ógvuliga stórur missur.
Í Skotlandi hava vit sett eina røð av tiltøkum í verk fyri at minka um lívfrøðiliga váðan í alingini og hevur hetta riggað væl higartil í ár. Lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð og fellið munandi minni enn tey seinastu árini. Eins og í Føroyum, hava vit sera gott tak á lúsini, okkara nýbrótandi viðgerðarhátti við feskvatni at takka. Eisini er framgongd á smoltstøðini í Applecross, har vit loksins rokna við at byrja tilgongdina at veita stór dygdargóð smolt í fjórða ársfjórðingi í ár og framyvir.
Marknaðarútlitini fyri seinna hálvár eru ikki eins góð, sum áður hildið. Fyri at tryggja okkara kappingarføri, hava vit tískil sett fleiri sparitiltøk í verk. Hetta merkist serliga í Skotlandi, har vit í juli lótu virkið í Stornoway aftur.”
Facebook viðmerkingar