Tórsdagin 29.august verða Eldraleikir í Vági. Eldraleikir er eitt tiltak fyri eldri fólk, ið dáma væl at røra seg, dáma væl at kappast og luttaka í einum góðum felagsskapi. Tað er eitt samstarv millum Bú og Heimatænastuna í Suðuroy, Heilsu og Umsorgarnartænasatuni í Tórshavn, VEKS og NB Fysioterapi, ið skipa fyri leikunum.
Eldraleikir vóru fyrstu ferð í apríl 2024 í høllini á Hálsi í Havn. Hetta tiltakið eydnaðist so mikið væl, at avgjørt var at hava tað aftur. Ætlanin er at hava tiltakið 2 ferð um árið. Hesa ferð verða so Eldraleikir í VB høllini í Vági. 93 luttakarar verða við hesa ferð, har helvtin eru fólk, ið búgva norðanfjørðs. Á skránni verður m.a. ymiskar kappingar og ein máltið verður at fáa í VB húsinum eftir leikirnar. Bjarni Johansen borgarstjóri í Vági setir leikirnar.
Tiltakið byrjar kl 11.30 og gestir eru vælkomin framvið at hyggja. Kaffi og kaka verður at fáa.
Eftir leikirnar fara luttakarnar í VB húsið at eta, og vinnaranir av Eldraleikum verða kunngjørdir.
Vónandi fáa vit ein góðan dag saman og gestirnar norðanfjørðs fara vælnøgdir norður aftur við Smyril.
Skrá fyri dagin:
· 8.45: Smyril siglur úr Havn
· 10.45: Bussar koyra til VB høllina
· 11.30: Bjóða vælkomin, og Eldraleikir verða settir av Bjarna Johansen borgarstjóra í Vági
· 11.50: Upphiting
· 12.00: Spurnarkapping
· 12.15 – 13.30: Postarnar verða avgreiddir.
· 13.45: Ábit í VB húsinum (bert fyri luttakarar)
· 14.00: Vinnarar verða funnir, fáa medalju, takka fyri dagin
· 16.30: Bussar koyra aftur til Smyril frá Páls Høll og VB høll
· 17.30: Smyril siglur av Krambatanga
Facebook viðmerkingar