Komandi vikuskifti, 30. og 31. august, verður skipað fyri Johannudegi í Vági. Tað er felagið Johanna TG 326, sum saman við Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommunu, fyriskipað Johannudagin.
Fyrireikingarnar eru í gongd og sum sæst í skránni, so hevur Johannudagurin nógv at bjóðað uppá. Byrjað verður longu fríggjakvøldið við syngið við á fjørðinum. Aftaná verður føroyskur dansur saman við Jómsvíkingum á kaiini.
Leygardagin verður stóra vatnkríggið á kaiini. Eisini verða aldargomlu grindabátarnir og Action Boat á fjørðinum, um veðrið er tilvildar. Høvið verður at vitja Brimil og hini skipini, sum liggja við kai. Børnini og barnsligar sálir kunnu fara á skattaveiðu og síggja livandi havdjór í fiskakørum. Í kappróðrarneystinum verða forvitsnisligir fyrilestrar um vøkru gomlu grindabátarnar og um arbeiði á Johannu TG 326. Tað verða Rakul Dahl og Páll G. Jacobsen, sum greiða frá.
Johannudagurin endar við grillkvøldi og bryggjudansi, har Hans Jacob Hjelm og vinmenn spæla.
Johannudagurin varð fyrstu ferð fyriskipaður í september 2021 og avgjørt varð, at hesin dagurin skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági. Í høvuðsheitum snýr dagurin sjeg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.
Lesið skránna her.
Facebook viðmerkingar