Kvøldskúlaskráin er nú klár talgilt her og verður eisini borðin út til øll húski í hesum døgum.
Kvøldskúlin í Vági bjóðar hvørt ár undirvísing og ymisk skeðir fyri ung og vaksin – kvøldskúlin er fyri fólk í aldrinum 15 ár og eldri. Undirvísingin fyrigongur í ymsum hølum í Vági. Veving hevur sini egnu hølir í kjallaranum í Heilsumistøðini. Tey flestu skeiðini verða hildin í Vágs skúla, Fablab Vágur og í Miðlatúni.
Hvørt ár er úrvælið av skeiðum vaksið nógv, og í ár er onki undantak sigur skvølskúlaleiðarin Tina Grønbech. Okur royna eisini at varðveita tey vælumtóktu skeiðini. Kvøldskúlatilboðini eru skiftandi frá einum ári til annað, soleiðis at tað verður tilpassa tørvin hjá borgarunun og rákinum í samfelagnum.
Av nýggjum skeiðum í ár kunnu okur t.d. nevna skeið sum: Lær at gera myndabók, barnakonu- og eftirføðingaryoga, tekniskeið, náttúruprent, hornarbeiði og nógv annað áhugavert. Okur hava økt um tey maritimu skeiðini við VHF skeið, skeið til skjóttgangandi bátar og grundleggjandi skeið í kaving.
KT-skeiðini eru økt eins og vælumtókta Glaslistskeiðið er víðka. Til hetta kvøldskúlaárið hevur tað eydnast okkum at víðka glaslist skeiðið, við tað at okur hava fingið ein nýggjan ovn, sigur Iris Strøm Winther, sum undirvísur í glaslist.
Skeiðini til føroysku klæðini er eisini víðka, nú kann man – umframt at seyma skjúrt – melda sjeg til at seyma buksur, vest, tasku, bryst, húgvu ella læra at virka bond.
Kvøldskúlin byrjar aftaná heystferiuna. Tilmelding til kvøldskúlaskeiðini letur upp 20. Septembur 2024 klokkan 10.00 á vagur.fo/kvoldskulin. Ynskir tú hjálp við tilmelding, kanst tú venda tær til Miðlatún.
Myndina á permuni tók Kristina (Tina) Larsen.
Facebook viðmerkingar