Fríggjadagin tann, 13/9-2024 heiðraði Sumbiar kommuna 5 starvsfólk, sum tilsamans hava starvast hjá Sumbiar kommunu í 110 ár, við einari hugnaligari løtu fyri starvsfólkunum og teirra nærmastu í Samkomuhúsinum í Sumba.
Starvsfólki í heiðraði vóru eru:
- Tommy Dam Joensen, sum hevur starvast sum arbeiðsmaður í 15 ár.
- Sólvá við Kvíggja, sum hevur starvast sum dagrøktari í 15 ár.
- Finngerð Jacobsen, sum hevur starvast sum dagrøktari í 20 ár.
- Marita Jacobsen, sum hevur starvast sum reingerðarfólk í 25 ár.
- Amy Bech, sum hevur starvast í umsitingini í 35 ár.
Sumbiar kommuna ynskir teimum hjartaliga til lukku, takkar teimum hjartaliga fyri trúgva tænastu og ynskir teimum blíðan býr framyvir.
Facebook viðmerkingar