FC Suðuroy vann týðandi toppdyst ímóti B36

FC Suðuroy vann seinnapartin 2-1 ímóti B36 á Eiðinum í Vági, ein dystur, sum varð útsettur vegna veður herfyri.

FC Suðuroy kom á odda 1-0 eftir sjálvmál sum Emil Hansen var óheppin at gera eftir hart innlegg frá Emanuel Andorful úr vinstru síðu.

Salmundur Bech legði FC Suðuroy á odda 2-0 við sera góðum frísparki. Og stutt áðrenn hálvleik minkaði Emil W. Joensen um munin til 2-1.

Hóast fleiri stórar málmøguleikar í seinna hálvleiki, har serliga FC Suðuroy hevði fleiri møguleikar, so komu ikki fleiri mál og dysturin endaði 2-1 til FC Suðuroy.

Úrslitið førir við sær, at FC Suðuroy nú liggur væl fyri í stríðnum um at vinna uppflyting til Betrideildina.

Støðan eftir 25 umfør í 1. deild er nú hendan:

Facebook viðmerkingar