FYRIBILS ÚTSETTUR: Valfundur í Vági

VALFUNDURIN ER FYRIBILS ÚTSETTUR

—–

Ónskvøldið 23. oktobur klokkan 19.00 verður valfundur í VB húsinum.

Kommunuvalið 2024 stendur fyri framman og nógv standa í boðið at manna býráðið, tey komandi fýra árini. Í hesum sambandi, so verður boðið inn til valfund í VB húsinum.

Teir tríggir listarnir verða umboðaðir á fundinum, har tey uppstillaðu koma at viðgera evnir, sum viðvíka Vág og kommununa.

Valfundurin verður stýrdur av orðstýrara, ið kemur at leggja fram evnini og at seta teimum uppstillaðu spurningar. Borgarar sleppa síðstu 30 minuttirnar at seta teimum uppstillaðu spurningar. Orðstýrari er Jóhan Eli Poulsen.

Møtið fjølment!

Vegna fyriskipararnar og teir tríggjar listarnar.

Facebook viðmerkingar