Grundskeið í KT-trygd í SALT 14. novembur

Hvat kunnu tit gera fyri at verja tykkum og tykkara arbeiðspláss ímóti snildum teldusníkum og vaksandi hóttanum á netinum?

KT-trygdarskeiðið er í samsvari við lógarásetingarnar fyri fyritøkur og stovnar, sum krevja, at neyðug KT-trygdartiltøk verða sett í verk. Luttakarar fáa luttøkuprógv eftir skeiðið, sum kann nýtast til innan- og uttanhýsis eftirlit.

Vit heita á leiðsluna um at tryggja, at upplýsingarnar og mannagongdirnar frá skeiðnum verða brúktar í dagliga arbeiðinum og til framhaldandi at viðlíkahalda høga KT-trygdarstøðið í fyritøkuni. 

KT-trygdarskeið – Hvussu verjir tú títt arbeiðspláss! 

  • Starvsfólk og KT-trygd 

Í dag er KT-trygd avgerandi fyri at tryggja bæði tínar egnu persónligu upplýsingar og títt arbeiðspláss. Á okkara KT-trygdarskeiði lærir tú, hvussu tú kanst verja teg sjálvan og títt arbeiðspláss móti tí vaksandi hóttanini frá teldusníkum, phishing-teldubrøvum og øðrum hóttanum, sum tann talgildi arbeiðsdagurin hevur við sær. 

Í einum skjótt broytandi talgildum heimi er tað krav, at fyritøkur og stovnar hava tamarhald á KT-trygdini – og her er tilvitskan hjá starvsfólkunum ein avgerandi liður fyri at megna ta uppgávuna. Skeiðið er serliga ætlað at veita tær og tínum starvsfeløgum grundleggjandi vitan og praktisk amboð til at forða fyri álvarsligum trygdarbrotum. 

Hvat kanst tú vænta? 

  • Lær at byggja sterk loyniorð og at brúka tvey-faktor innritan. 
  • Verj teg móti phishing-álopum og øðrum KT-álopum. 
  • Trygt brúk av netinum, fartelefonum og deiling av dátum. 
  • Hvussu tú dagførir og tryggjar skipanir og amboð. 

Hvørjum er skeiðið ætlað? 

Skeiðið er ætlað øllum starvsfólkum á arbeiðsplássinum, sum vilja vita meira um, hvussu tey tryggja seg sjálvan og sítt arbeiðspláss. Tað er einki krav um KT-kunnleika frammanundan. 

Skrá: 

  1. Innleiðsla til KT-trygd

Týdningurin av góðari KT-trygd og møguligir avleiðingar av ikki góðari KT-trygd

  1. Trygg loyniorð

Týdningur av tryggum loyniorðum, og hvussu verða hesi gjørd 

  1. Phishing og Social Engineering

Hvat er Phising, og hvussu varnast vit falskar teldupostar

  1. Trygg nýtsla av internetinum

Hvussu ferðast vit tryggari á internetinum

  1. Trygd við brúk av fartelefonum

Trygg nýtsla av fartelefon, teldlum o.l. 

  1. Trygg handfaring av dátum og skjølum

Hvussu skulu viðkvæmir upplýsingar handfarast

  1. Dagføring av trygd og skipanum

Týdningurin av leypandi at dagføra trygdina og skipanir

  1. Endi og praktisk ráð

Undirvísari: Kristian V. Kruse, Kt-trygdarleiðari á Formula

Melda til skeiðið á https://www.formula.fo/skeid/?id=4631

Facebook viðmerkingar