Í komandi viku fer U17-landsliðið við gentum til Norðurírland, har UEFA menningarkapping verður á skránni. Luttakandi londini eru Norðurírland, Luksemborg, Kosovo og Føroyar
Jan Mølvad Laursen, venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingini, sum verður í Norðurírlandi frá 11. til 15. apríl.
Umframt vertslandið og Føroyar, verða Kosovo og Luksemborg eisini við í kappingini.
Føroysku genturnar leggja fyri ímóti Luksemborg mikudagin 11. apríl. Tveir dagar seinni er Kosovo mótstøðuliðið, meðan seinasti dysturin verður sunnudagin 15. apríl, tá Føroyar og Norðurírland spæla.
Hópurin
Óluvá A. Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Vár Tollaksdóttir, Víkingur
Lea S. Lisberg, EBS/Skála
Jacoba K. Neshamar, Jerne IF (Danmark)
Eyðbjørg B. Jacobsen, B68
Lena Olsen, B68
Bára S. Magnussen, B36
Silja P. Augustinussen, TB
Fridrikka M. Klementsen, B71
Miriam H. Egilsdóttir, EBS/Skála
Kristina B. Mikkelsen, EBS/Skála
Eyð B. Knudsen, B68
Helena Hansen, B36
Karin G. Áslakksdóttir, Víkingur
Lena Maria Joensen, KÍ
Lív Rúnadóttir, B36
Elsa Egholm, B36
Skráin
9. apríl: Fráferð (Vágar – Edinburgh – Belfast)
11. apríl: Luksemborg – Føroyar kl. 15:00
13. apríl: Føroyar – Kosovo kl. 15:00
15. apríl: Føroyar – Norðurírland kl. 11:00
16. apríl: Heimferð (Belfast – Edinburgh – Vágar)
Facebook viðmerkingar