Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum fysioterapeuti til fast starv.
Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi.
Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.
Vit søkja eftir
einum fysioterapeuti í fast starv í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.
Starvsbyrjan er ætlandi 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.
Uppgávur:
Veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar
• at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri
• heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri 60+
• at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna
• at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á heimum okkara.
Útbúgving og førleikakrøv:
• hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
• dugir væl at samskifta
• vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
• dugir at vegleiða og undirvísa
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis
• hevur góð samstarvsevni
• KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða:
Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum
Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú saman við starvsfeløgum fært høvi at seta dám á tilboðini hjá BHS.
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.
Hevur tú spurningar um starvið ber til at venda sær til Rakul M Petersen, eindarleiðara á 793503 og rakulp@bhs.fo ella við at venda sær til Báru K Mortensen á 793504 og baram@bhs.fo
Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Heri Norðberg, stjóri
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
ella: bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 24.januar 2025 kl. 12.00
Facebook viðmerkingar