Deildarleiðari til eldrasambýlið í Hvalba og Heimatænastuna í norðaru hálvu í Suðuroynni

Eitt spennandi starv sum deildarleiðari til eldrasambýlið í Hvalba og heimatænastuna í norðaru hálvu í suðuroynni er leyst at søkja. Starvsbyrjanin er 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu.

Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari fært møguleika at vera við til at menna arbeiðsplássið til gagns fyri starvsfólkið og húsfólkið á heiminum og teimum borgarunum sum eru knýtt at heimatænastuni, so er tað tær vit hava brúk fyri.

Sambýlið í Hvalba er partur av Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, og er eitt av 4 heimum í oynni. Á heiminum eru 8 búpláss. Deildarleiðarin hevur ábyrgd av heimatænastuni í norðaru hálvu í suðuroynni, sum fevnir um heimatænastu til bygdirnar í norðaru hálvu av Suðuroynni.  Á økinum starvast 30 fólk, og starvsstaðurin er á Sambýlinum í Hvalba.

Tú kemur at hava ábyrgd av økinum og kemur at verða í miðdeplinum at samskipa og samskapa karmar fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí hevur tú ábyrgd av einum starvsfólkahópi, ið fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í einum virknum gerandisdegi.

Vit ynskja ein deildarleiðara sum hevur áræði, tekur initiativ og virkar fyri áhaldandi menning, fakligari dygd og trygd á økinum. Einum deildarleiðara sum megnar at varðveita yvirlitið og at raðfesta í dagligdegnum, og virkar fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi, har trivnaður millum starvsfólk verður raðfestur.

Útbúgving, førleikar og royndir

  • Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Viðkomandi royndir innan heilsuøkið, og góðar leiðsluførleikar.
  • Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi, dugir at samskipa og motivera starvsfólkið, skapa jaligar arbeiðsumstøður og hevur evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu og KT- førleika á brúkarastøði.
  • Um ongin sjúkrarøktarfrøðingur søkir starvið, kann heilsurøktari verða settur.

Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av:

  • Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina av veittum tænastum.
  • At stuðla og menna starvsfólkið.
  • At samskipa góðar karmar, ið veitir tryggar og góðar umstøður fyri húsfólkini, og dygdargóða røkt og umsorgan.

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv.
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum.
  • Fakliga og persónliga menning.
  • Lut í leiðslutoyminum.

Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Deildarleiðarin hevur tilvísing til eindarleiðaran fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Talan er um setanarbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.

Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Heri Norðberg, stjóri
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur

ella: herin@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 23. januar 2025 kl. 12.00.

Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Bú- og Heimatænastan sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

Um fleiri upplýsingar ynskjast kann ringjast til eindarleiðara Rakul M. Petersen tlf. 793503 ella á rakulp@bhs.fo

Facebook viðmerkingar