Móttøka í Bruna- & tilbúgvingarstøðini á Drelnes í dag 1. Februar 2025
Í dag 1. februar 2025 handaði tilbúgvingarleiðarin fyri Eysturkommunu, Gunnar Olsen bjargingarbátin, ið felagstilbúgvingini fyri Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunu hava keypt frá SEK Eysturkommunu.
Mynd frá móttøkuni á brandstøðini í dag 1. februar. Frá v. Gerorg Müller, Gunnar Olsen, Fróði Mortensen, Eyð Eidesgaard, Poul Laust Christiansen, Anfinn Hammerfoss Leo, Kristin Michelsen og Hannis Thomsen.
Talan er um skjóttgangandi bát, sum verður staðsettur á Tvøroyri, men er skjótur at flyta til grannabygdirnar, um tørvur er á hesum.
Átaksleiðarin Anfinn Hammerfoss Leo upplýsir, at hann er sera væl nøgdur við bátin, ið er væl røktur og sýnist sum nýggjur. Anfinn sigur, at ynskið hevur verði í longri tíð um slíkan skjóttgangandi bjargingarbát til tilbúgvingina fyri at økja um trygdina, og minka um responstiðina, um tørvur skuldi verði á bjarging á okkara firðum ella nærhendis landi við fjarðarmunnanir.
Inntil nú, hevur álitið hjá tilbúgvingini –tá tørvur hevur verði á báti her um leiðir- at sjóseta skjóttgangandi bátin “Royndin” hjá bjargingarfelagnum SNB, ið er staðsettur í Hvalba. Hetta samstarvið riggar væl, men nú økist trygdin og responstíðin minkar munandi, nú enn ein skjóttgangandi bjargingarbátur -staðsetur og mannaður av Tvøroyri- verður knýttur at tilbúgvingini.
Talan er um ein RIB-bát av slagnum Valiant S750, Báturin hevur ein 250HK 2t motor, kann sigla gott 50míl, og er útgjørdur við nýggjari nautiskari útgerð, samskiftisútgerð, radar, útbúnað til sleip og bjarging. Báturin stendur á vogni og er skjótur og lættur at flyta eftir tørvi.
Nýggi báturin verður navngivin ein av fyrst komandi døgum, og ynskir felagstilbúgvingin hjá Fámjin, Hvalbiar og Tvøroyrar kommuna at takka Eysturkommunu fyri gott samstarv og vælvild.
Fleiri myndir frá móttøkuni eru at síggja á Eysturportalinum her
Tvøroyrar kommuna
1. februar 2025
Facebook viðmerkingar